Jump to content

Kamelónir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kamelónir

Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Reptilia
Hópur: {{{hópur}}}
Familja: Chamaeleonidae

Kamelónir eru skriðdjór og hoyra til oydluslagið. Hesar løgnu oydlurnar eru ógvuliga ymiskar í liti og stødd. Eyguni kunnu snara runt og hyggja at tveimum ymsum lutum í senn. Oydlur fanga sín fong við tunguni, sum er long og kleprut. Summar kamelónir kunnu broyta húðarlit. Hetta gera tær fyri at senda boð til hvørja aðra og fyri at líkjast umhvørvinum, tær eru í. Tað besta kamelónin veit at eta er skordjór, men summum dámar at eta sniglar, oydlur, ormar, froskar og ymiskar plantur. Kamelónir halda til í tropiskum fjallalendi í regnskógum, á grasfløtum og eisini í oyðimørkum í Afrika, Miðeystri, Suðurevropa og Suðurásia. Tær eru eisini innfluttar til m.a. Hawaii, Florida og California.

Helvtin av øllum kamelónum (eitt slag av eðlum) í heiminum livir í Madagaskar í Afrika. Hóast tær eru púra vandaleysar, óttast fólkið har í landinum tær, tí kamelónir verða hildnar at vera mannaandar, ið ikki hava funnið hvílu. Kamelónir eru best kendar fyri evni síni at skifta lit, um tær eru bangnar ella illar.

Í djóraheiminum eru fá djór, ið hava eins skjóta tungu sum kamelónin. Hon kann fanga eitt flogkykt við tungum í 0,07 sekund.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið