Súsanna Helena Patursson
Súsanna Helena Patursson livdi frá 27. august 1864 til 15. desember 1916. Hon er fødd í Kirkjubø og foreldur hennara vóru kongsbóndi Poul Peder Pedersen (Páll Patursson) (1836-1893) og Ellen Cathrine Djonesen (Elin Dalsgarð) (1840-uml. 1866). Helana var fyrsta føroyska kvinnan, sum er kend fyri at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum og at arbeiða fyri javnstøðu millum kynini. Hon skrivaði fyrsta sjónleikin á føroyskum máli og útgav fyrsta føroyska blað fyri kvinnur, skrivað á føroyskum. Blaðið nevndist Oyggjarnar. Meðan hon búði í Keypmannahavn bar hon so í bandi, at føroyskar kvinnur eisini kundu gerast limir í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, hetta hendi í 1896. Hon var systir Jóannes Patursson og Sverra Patursson. Hon var ógift og átti ongi børn.
Helenu Patursson til minnis
[rætta | rætta wikitekst]HELENA PATURSSON
Hon ynskti sær sól og summar;
tó aldri ta eydnu fann.
Sóttin hom tærdi livsins rót,
og langliga stundin rann.
Hon vildi fegin hjálpa
og benda á beina leið -
men fólkið svav og tað svevur enn,
og verkið eydnaðist ei.
Nú ynskti hon bert at sova,
brotin á legu hon lá. -
Og deyðin, hann kom á vinarhátt,
streyk henni um eygnabrá. -
Og nú er tað hvíld friður. -
Vár móðir í mold teg fjól.
Gleði teg Harrin á evstu stund,
hann gevi summar og sól
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá : um skaldskap eftir konufólk 1889-1945. Tórshavn: Føroya skúlabókagrunnur, 1992. - 199 síður
- Malan Simonsen: Fyri fyrst : Yrkingar, søgur og leikir eftir konufólk 1896-1945. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 1992. - 175 síður.